Sólrun og Løkke í Ísrael

Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara, Sólrun Jákupsdóttir, eru á vitjan í Ísrael nú á páskum

Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara, Sólrun Jákupsdóttir, eru á vitjan í Ísrael nú á páskum.

Tey halda frí, men hava eisini hitt ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanuyahu og palestinska forsetan Mahmoud Abbas.

Fríggjadagin tendraði Lars Løkke Rasmussen eitt ljós í Føðikirkju Jesusar í Betlehem.

- Meira enn 2000 ár eftir Jesu føðing hava hansara boð um at elska næstan framvegis alfevnandi týdning, men okkum manglar at liva eftir teimum boðunum í praksis, sigur Lars Løkke Rasmussen.