Sólrun Michelsen: Nú ringja kirkjuklokkur so hátt

Hetta er mín jólasangur

- Ringt er at velja ein jólasálm burturúr. Mær dámar best lagið hjá Weyse ”Julen har bragt velsignet bud”, men eg haldi, at eg kortini velji nr. 99 í sálmabókini: ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt”, sigur Sólrun Michelsen úr Havn.

Tá eg var barn, hildu vit jóladag saman við farbróður og hansara familju. Henda eina dag í árinum sluppu vit at koyra í hýruvogni. Tað var eitt upplivilsi av teimum stóru. Vit blundaðu upp á skift og gittu so, hvussu langt vit vóru komin. Heima hjá farbróður var so hugnaligt, men besta løtan var, tá vit øll dansaðu um jólatræið.

Vit sungu fyrst nakrar føroyskar jólasálmar og so nakrar danskar eisini. Tá kom altíð eitt serligt smíl fram hjá teimum eldru. Tey sungu av hjarta, og eyguni gjørdust eitt sindur fjar.

Mær tykti, at teir flestu sálmarnir høvdu vøkur løg, men lurtaði eisini væl eftir orðunum, tí var eg heppin, so var ein søga har. Serliga hasi trý ørindini nr. 3, 4 og 5 settu seg føst. Eg sá fyri mær, hvussu Jesuspápi stríddi seg fram gjøgnum myrkur og storm, sum ýldi í gjáum. Sjálv var eg ógvuliga myrkarødd.

Hvørki ísur í skorð ella brim við strond kundu forða honum at koma til ta fátæku smáttuna við jólagávum.

Vit høvdu ikki nógv sjálvi, men har vóru tey fátæk. Hann var blíður við ta gomlu ommuna og kíndi barninum um kjálkan.

Og so kom tað mest týdningarmikla: Tá gleðin dalaði niður av himli. Hendan gleðin var í mínum barnahuga altíð stórar, stillar kavaflykrur.

- Tað er hon enn, sigur Sólrun Michelsen.






Nú ringja kirkjuklokkur so hátt

við himmalskum gleðiljóði:

Tað stundar móti jólanátt,

tá Jesus varð føddur hin góði.


2. Nú boðast friður víða um lond,

nú verður hin sjúki grøddur,

nú losna hørðu syndabond,

tí Jesus í nátt varð føddur.


3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð,

og stormurin ýlir í gjáum,

so fjakkar Jesus enn á jørð

við sínum jólagávum.


4. Ei brim við strond, ei ísur í skor

kann Jesusi forða vegin;

hann stígur inn for fátæks mans borð,

har lítil er jólagleðin.


5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,

blíð orð hann við gomul talar,

hann klappar bleiku barnakinn,

av himni tá gleðin dalar.


6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,

vár Jesus teg aldri gloymir,

og jólaboðið grøða kann

ta sótt, tú í barmi goymir.


7. Vit ung og gomul halda nú jól,

vár Jesus vil øllum hýsa,

hann er hin bjarta lívsins sól,

um allar ævir skal lýsa.


8. Í Betlehem tann sólin upp rann,

um heimin hon út mundi leita,

at Føroya smáttum veg hon fann,

tí tøkk vit tær, Jesus, veita.


9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt

og lýðið á gleðiljóðið:

Tað var um halgu jólanátt,

at Jesus varð føddur hin góði.


Símun av Skarði