Sólrun kennir seg eitt sindur seka

Danski forsætisráðharrin hevur verið fyri atfinningum orsaka av familjuferiu á Tenerifa seinastu vikuna, og í kvøld svaraði føroyska kona hansara spurningum á TV2. - Eg kenni meg eitt sindur seka, segði Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, tá ið hon varð spurd um familjuferðina til Tenerifa og atfinningarnar í kjalarvørrinum av hesum.

Sólrun greiddi frá, at hon hevði vetrarferiu frá sínum arbeiðsplássi, og tí tóku tey børnini úr skúlanum og fóru í feriu sunnanfyri. Hon helt, at donsku fjølmiðlarnir høvdu gjørt alt ov nógv burturúr og vóru farnir í sjálvsving.

Hon legði dent á, at hóast maðurin er forsætisráðharri í Danmark, má hann eisini sleppa at verða familjumaður.

- Tað er ein maður, sum er forsætisráðharri í Danmark, ikki ein maskina. Hann skal hava loyvi at fáa sær onkrar feriudagar og at taka onkrar sjúkradagar hjá børnunum heima, segði Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen við TV2 í kvøld.