Sólrún við nýggjari skaldsøgu

Sólrún Michelsen hevur skrivað framhald til væl umtókta skaldsøgu

Fyri umleið einum ári síðani kom skaldsøgan »Ein táttur er silvur« út. Sólrún Michelsen skrivaði bókina, sum bygdi á veruligan tilburð. Ein mamma doyði í barnferð frá 10 børnum, og tað hevði við sær ymiskar lagnur fyri børnini, sum spjaddust. Tann eina gentan fór at tæna á bóndagarði, og har neyðtók bóndin hana. Barn spurdist burturúr, men eingin skuldi vita, hvør pápin var, og kvinnan mátti liva við skomm og niðurgering.

Hetta var ein søguliga skaldsøga, sum var kenslusom og stundum lagnutung. Bókin fekk góða móttøka, og nú hevur Sólrún Michelsen skrivað framhald av søguni.

Nýggja bókin eitur »Ein annar er gull«, og hon tekur við, har tann fyrra bókin endaði. Tað var tá ið sluppin, sum maður var við, varð skotin á Føroya Banka. Allir menninir komu aftur í øllum góðum, men maðurin í bókini hevði fingið sálarligt mein, og tilveran hjá familjuni, sum var stríggin frammanundan, varð nú uppaftur strævnari.

Sólrún Michelsen lýsir í nýggju bókini korini hjá vanligum fiskimannahúskjum í hesum tíðum í gerandisdegnum, og tá ið hóttafall kom á. Kríggið endar, og Sólrún leiðir okkum ígjøgnum nakrar lagnur beint sum spanska sjúka og tuberklasjúkan tóku seg upp.

»Tann eini tátturin í søguni er hjúnalag, sum er grundað á tryggleika heldur enn kærleika, og hvussu hesin kærleikin losnar í bondunum, tá ið sannur kærleiki við sonnum erotikki trokar seg á. Ring samvitska um at bróta heilagar reglur. Kanst tú vera heil kvinna, kona og mamma, um tú verður ásttikin í einum manni, meðan tann, tú ert gift við, liggur sjúkur?,« verður sagt í umrøðu av bókini.

Sprotin gevur skaldsøguna »Ein annar er gull« út.