Sólpløgg til børn sum ikki rigga nóg væl

Sólpløgg til børn hava til endamáls at verja tey lítlu frá UV strálum, men tað er ikki altíð, at ein kann hava álit á, at pløggini verja nóg væl.

Sólpløgg til børn hava til endamáls at verja tey lítlu frá UV strálum, men sambært danska brúkararáðnum Tænk er ikki altíð, at ein kann hava álit á, at pløggini verja nóg væl.

 

 

Tænk hevur gjørt eina kanning, har fleiri sólpløgg til børn eru kannað fyri, hvussu væl tey verja móti UV strálum. Undir greinini til hesa mynd síggjast trý pløgg, sum ikki verja børnini nóg væl, sambært Tænk. Hvíta t-troyggjan á myndini eitur Polo Nike Dri-FIT UV Boarder. Um t-troyggjuna sigur Tænk, at Nike sjálvt sigur t-toryggjuna hava eina faktor 50 verju. Men sambært kanningini hevur hon einans faktor 20 verju, tá ið hon verður tambað. T- troyggjan fæst í hvítum og bláum í støddunum 8 – 15 ár.

 

 

Myrka bláa draktin við grønum ermum eitur Lego Aske Sunwear. Hon fæst í bláum og ljósareyðum í støddunum 74 – 104 cm. Danska brúkararáðið sigur um draktina, at hon lovar faktor 50 verju, men einans veitir faktor 20 verju, tá ið hon verður tambað. Tað er ikki stórur munur á tí og einari vanligari t-troyggju, sigur Tænk um orsøkina til vánaliga ummæli.Seinasta myndin er av bláari drakt, sum eitur Zunblock Snake. Hon lovar somuleiðis faktor 50 verju, men hevur í veruleikanum bert faktor 30 verju, tá hon verður tambað.

 

 

 

Les eisini: Trý sólkrem tú ikki skalt brúka 

 

 

 

- UV sól klæðir eru góð at hava, tá ið tað er vakurt summarveður og stórur partur av kroppinum verður útsettur fyri sólstrálunum. Sól klæðir gera, at tað er minni av húðini, sum skal smyrjast inn í sólkrem. Børn hava sera sarta húð, og tí mugu tey hava serstaka verju. UV klæðir verja eyka væl móti sólini samanborið við vanlig klæði, tí tilfarið á ymiskan hátt er serframleitt til at steðga skaðiligu strálunum. Oftast er verjan umleið faktor 50 á slíkum klæðum, meðan vanlig klæðir vanliga verja millum faktor 10 og 15, skrivar danska brúkararáðið. 



Summi sløg av pløggum eru betri verjur enn onnur, eitt nú polyester og nylon. Fyri at geva tínum UV sól pløggum langa livitíð skalt tú skola tey í reinum vatni eftir at tey hava verið í salt- ella klorvatni. Somuleiðis skulu tey turkast í skugga fyri sólini, meðan tey eru á vranguni. Tá tú skalt keypa tær UV sól klæðir skalt tú hyggja eftir, at tey hava minst faktor 50 verju.