Sólorkan má útbyggjast

- Fólk smílast framvegis, tá eg nevni sólorku, men sannleikin er, at okkum tørvar sólorku, um vit skulu náa málinum um 100% grøna orku í 2030, sigur Terji Nielsen.

 

Orkuráðstevna er í Østøm í dag. Sambandsflokkurin skipar fyri og millum fyrilestrarhaldararnar er Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

 

Hóast veðrið kanska ikki altíð er av tí allarbesta, so er ikki heilt eiðasørt av sóltímum í Føroyum. Sum kuriosum kann nevnast, at sólríkast mánaðin vísir seg at vera mai.

 

Terji Nielsen nevnir eisini, at prísurin á sólorkuskipanum er fallin nógv seinastu árini, og tí er hetta eisini vorðið áhugavert í Føroyum.

 

- Avbjóðingin í Føroyum er at hava eina javna framleiðslu. Vindstyrkin er óstøðug og vatnbrunnarnir tømast, tá turkur er. Her er tað, at sólin ger sína nyttu. Hon kann veita orku, tá vindur og vatn ikki eru til staðar, sigur Terji Nielsen.

 

Hann vísir á, at tað júst er, tá minst er av avfalli og vindi, at mest er av sól. Á hendan hátt kann sólin minka nakað um undirskotið, sum verður til tíðir.

 

- Sólin fer ongantíð at fylla nógv í samlaðu framleiðsluni hjá SEV, men fer, saman við vindorku, vatnorku og sjóvarfallsorku at hjálpa okkum at náa málinum um 100 prosent grøna orku og fulla veitanartrygd, sigur Terji Nielsen.

 

Fyri at ítøkliggera, hvussu stóra ávírkan sólin fær, vísir hann á, hvussu stórari goymslu, tørvur er á.

- Um vit einans hava vindorku, mugu vit hava 60 GW í goymslu. 60 GW svarar til eini fýra ferðir Eiðisvatn, goymt á 300m hædd.  Leggja vit sólorkuna afturat, fellur goymslutørvurin niður í 45 GW og tá sjóvarfallsorkan verður løgd afturat, fellur tørvurin niður á 22GW, sigur Terji Nielsen.