Sálmur 8: Hvat er tá menniskjað?

Bíbliulestur úr Gamla Testamenti eftir týðing Victor Danielsens

1 Til songmeistaran. Eftir gittit. Sálmur. Eftir Dávid.
2 HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina, Tú, sum hevur breitt út dýrd Tína yvir himmalin!
3 Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama.
4 Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt,
5 hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí!
6 Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi Tú tað;
7 Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur,
8 smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini,
9 fuglarnar undir himli og fiskin í havinum, alt tað, ið ferðast vegir havsins.
10 – HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina!