Tær úr Fuglafirði hava í fleiri ár verið suverenar. Tær hava vunnið so nógv og ruddiligt fyrst við 5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir og síðani við 6-mannafarinum Rádna.
Í dag vórðu tær úr Fuglafirði koppaðar av trónuni. Søomundur hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ hevur í fleiri ár treiskast í vónini um, at tað skuldi fara at eydnast at taka Rádna.
Í fjør eydnaðist tað ongantíð, og á norðoyastevnu var Rádni aftur bestur. Tær á gula bátinum bjóðaði tó av aftur í dag, og nú eydnaðist tað.
Rádni legði seg framum í startinum, men hann slapp ongantíð leysur av Sølmundi. Guli báturin át seg so spakuliga fram aftur á Rádna, og í endaspurtinum vóru tøkini hjá teimum umborð á Sølmundi dyggari.
Síðstu hundrað metrarnar gekk Sølmundur frá Rádna, og á málinum var munurin tað mesta av einari bátslongd.
1 Sølmundur 05.06.34
2 Rádni 05.08.23
3 Páll Fangi 05.30.19
FM
1 Rádni 13
2 Sølmundur 13










