Sølmundur í stórum stíli

6-MANNAFØR KVINNUR Sigurin hjá Sølmundi var tann mest sannførandi av øllum á Sundalagsstevnuni

Inntil á Norðoyastevnu í ár høvdu kvinnurnar á Søl­mundi ongantíð vunnið. Á Sunda­lags­stevnu vunnu tær fyri aðru ferð í ár, og sigurin var tann mest sannførandi í øllum kapp­ingunum í Hvalvík.
Á Norðoyastevnu var mun­urin frá Sølmundi, og aftur til Hvessing, sum var næst­fremstur, eitt sindur minni enn trý sekund. Tí var tað kanska ein lítil vón hjá teimum um­borð á Hvessingi, at tær í heima­sjógvi skuldu vinna, men tað eydn­aðist ikki.
Sølmunur legði bragdliga fyri, og tað var ongantíð nakar ivi. Sølmundur gekk væl, og støðugt øktist munurin aftur til Hvessing, sum á málinum var tað mesta av tveimum báts­longdum aftanfyri vinnaran.
Hinir bátarnir vóru væl aftari. Gongurólvur var tríggj­ar bátslongdir aftanfyri Hvess­ing, og Riddarin var tvær bátslongdir aftanfyri Gongurólv.

trondur@sosialurin.fo


Úrslit
1 Sølmundur 05:30.08
2 Hvessingur 05:35.09
3 Gongurólvur 05:44.01
4 Riddarin 05:50.16
5 Lómur 05:51.19
6 Jarnbardur 06:19.04

Støðan
1 Sølmundur 14
2 Hvessingur 12
3 Gongurólvur 9
4 Riddarin 9
5 Lómur 6
6 Jarnbardur 4