Møguleikin lúrdi fyri, at Hvessingur skuldi taka FM heitið frá Sølmundi. Um tað skuldi eydnast, so skuldi Hvessingur vinna, og so skuldi Sølmundur ikki vinna meiri enn triðja plássið.
At Hvessingur kundi vinna, var ikki so lítið sannlíkt, tí Hvessingur vann bæði á Fjarðastevnu og Vestanstevnu, tá ið sigrarnir vóru rættuliga sannførandi. Verri var at fáa eyga á, at tað skuldi eydnast t. d. Gongurólvi at fáa bilbukt við Sølmund.
Hvessingur legði seg eisini beinanvegin á odda, og eina løtu sá einki út hjá Sølmundi, tí Gongurólvur fekk góðan start og var eisini væl frammanfyri Sølmund, og harvið var FM heitið hjá Sølmundi rættuliga í vanda.
Men so var tað, at tær á Sølmundi rættuliga syrgdu fyri sær sjálvum. Á hálvum Molanum fóru tær framum Gongurólv, og síðani settu tær eftir Hvessingi, sum var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri. Tað eydnaðist gula bátinum at taka tann grøna, og harvið tryggjaði Sølmundur sær bæði FM heitið og sigurin á Ólavsøku. Tað hevði verið nóg mikið, um Sølmundur endaði á øðrum plássi, men tað vildu tær av Skálafjørðinum ikki hava sitandi á sær.
Sigurin var so tepur, sum hann næstan kundi vera, men hann tóktist ógvuliga søtur, og tað var einki at siga til. Hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at Sølmundur við kvinnum vann FM!
1 Sølmundur 04:43.00
2 Hvessingur 04:43.05
3 Gongurólvur 04:46.16
4 Riddarin 04:46.17
5 Lómur 04:59.23
6 Jarnbardur 05:03.15
Endaliga støðan
1 Sølmundur (FM vinnari) 47
2 Hvessingur 44
3 Gongurólvur 32
4 Riddarin 31
5 Jarnbardur 17
6 Lómur 12
7 Kollfirðingur 2








