Sølmundur snýtti meistaran

Hóast tær ikki vunnu í dag, so tryggjaðu tær úr Fuglafirði sær FM heitið

Aftur í dag var tað í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum øgiliga tætt millum Rádna úr Fuglafirði og Sølmundur av Glyvrum.

 

Rádni tryggjaði sær annað árið á rað FM heitið. Treytin fyri at vinna FM var, at Rádni skuldi vera í minsta lagið tvey pláss aftanfyri Sølmund. Soleiðis varð tað ikki, og harvið tryggjaðu tær úr Fuglafirði sær FM heitið.

 

Sølmundur og Rádni struku avstað og lógu stavn um stavn í gjálvinum inn á Molan. So var tað sum um, at tøkini munaðu eitt vet betri hjá teimum á Sølmundi. Guli báturin gleið stútt og støðugt eitt lítið vet frá ljósagrøna bátinum úr Fuglafirði.

 

Í endaspurtinum hevði Rádni hug til í eina lítla løtu at taka seg inn á Sølmund, men tað varð ongantíð ivi um, at Sølmundur fór at vinna, og at tær av Glyvrum harvið fingu besta plástrið á sárið, sum tað ber til at fáa, tá ið annar bátur strýkur avstað við FM heitinum.

 

1. Sølmundur 5.07.38

2. Rádni 5.09.18

3. Páll Fangi 5.36.10

4. Fortuna 6.43.13

 

FM úrslitið

1. Rádni (FM) 46

2. Sølmundur 45

3. Páll Fangi 34

4. Fortuna 5

5. Hósvíkingur 4