Tað eru ábendingar um, at kappróðurin á Glyvrum er við at fóta sær aftur. Tað var tann tíð, tá ið Eysturoyingur, Heiðabáturin, Tjaldrið og Sølmundur regluliga vóru millum vinnararnar. Síðstu tíðina hevur verið longri millum sigrarnar, men nú eru tað glyvramenninir umborð á Sølmundi, sum mest av øllum seta dagsskránna í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.
Í dag var størsta avbjóðingin Sundabáturin, sum var mannaður við útisetum og tískil róptur ikki Sundabáturin, men Oyrasundsbáturin. Teir av sløttu Amager vístu, at teir framvegis duga at toga í árarnar, og at venjingarstøðan er góð. Men í endaspurtinum var eingin ivi. Sølmundur átti trivaligastu og dyggastu tøkini, og hóast munurin ikki var stórur, so var eingin ivi.
Sølmundur vann, og nú eru teir gulu favorittar at vinna FM heitið, tí útisetarnir kílaðu seg innímillum glyvramenn og høvuðsstaðarbátarnar báðar  Herning og Gongurólv  sum eru einastu avbjóðararnir hjá Sølmundi til FM heitið.
1 Sølmundur 05:00.09
2 Sundabáturin 05:01.15
3 Herningur 05:02.08
4 Gongurólvur 05:02.10
5 Rádni 05:02.17
6 Jarnbardur 05:03.01
7 Tvørabáturin 05:04.07
8 Strálan 05:05.05
9 Lómur 05:06.15
10 Riddarin 05:10.21
Støðan
1 Sølmundur 32
2 Gongurólvur 27
3 Jarnbardur 26
4 Herningur 20
5 Strálan 12
6 Riddarin 7
7 Sundabáturin 6
8 Tvørabáturin 6
9 Rádni 4
10 Lómur 0










