Sólmundur Joensen hevur givið út yrkingasavn. Hóast hann í bløðum hevur gjørt vart við seg sum yrkjara, so er hetta hansara fyrsta savn. Savnið nevnir hann Eystanroðin.
Talan er um rúgvusmikið og sera fjølbroytt savn. Arngerð Joensen hevur myndprýtt. Her finna vit vakrar yrkingar um børn, náttúru einsemi, jól og eisini heimspeki fær rásarúm.
Vit finna heitini Verjið Náttúruna, Til móður, Til faðir, Barnið, Lívsvónin, Ein hásongur til kórið - Skapanin, Jólastjørnan og Jólaaftan.
Meira leitandi og eksperimenterandi yrkingar eru, har eisini verður spælt við orðum og uppseting.
Men so eru tað eisini tær, ið koma so beint úr hjartanum. Tær politisku.
Tað er ikki av tilvild, at Sólmundur nevnir savnið Eystanroðin. Kagar ein í savnið, so veit ein skjótt, hvar á politiska málistokkinum Sólmundur er. Hann er visntrumegin, har roðin ger seg galdandi.
Vit finna í savninum heitini Arbeiðarastættin, Blóðreyða rósan, Reyðhanin, Eystanroðin og 1. Maj - Kvøða til stríðsfelagar.
Eingin er í iva um, at Sólmundur stendur við lið hins minni menta. Og fólkini í glæstriborgum, ið ikki sleppa øðrum inn, gevir hann ikki nógv fyri.
Eitt fjølbroytt og sera hugvekjandi yrkingasavn er komið frá Sólmundi Joensen, nú jólini eru í hondum:
Eitt búgvi borð í veitsluhøll, slík yvirflóð av øllum....inn gjøgnum gluggan hyggja tey, og skoða mikla dýrd, har inni lýður ongin neyð, tey eta, drekka øll væl hýrd...Tey svongu børn svá stara inn, í henda veitsluheim...Ei innanhalla sansa tey, í teirra yvirflóð, tey túsundtals, ið lýða neyð, brátt løgd í dúnmjúka snjó.
(Jólaaftan).










