Sølmundur á FM kós

6-mannafør kvinnur Eingin tykist hava møguleika at fáa fatur á Sølmundi, sum hvønn leygardag skrivar søgu

Ein av størstu favorittunum at vinna FM er Sølmundur við kvinnumanning. Hesa ferð var Sølmundur í heimasjógvi. Beinanvegin, tá ið startskotið hevði gelt ikki so langt úr neystinum, har kvinnurnar hava vant í nógvar mánaðir, legði Sølmundur seg fram um hinar bátarnar, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur og tryggur sigurin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ kvinnunum fór at verða.

Hvessingur royndi at hanga í, og á málinum var munurin ein bátslongd. Einki bendi á, at tað á Jóansøku komandi leygardag verður nakar annar enn Sølmundur, sum fer at vinna.

Hvørja ferð Sølmundur vinnur, so skrivar hann søgu. Sølmundur við kvinnumanning hevur ongantíð vunnið FM, og Sølmundur við kvinnumanning hevði ongantíð vunnið, áðrenn tær á Norðoyastevnu vóru fremstar.
Tíðin hjá Sølmundi var rættuliga góð. Bara eina ferð áður hevur vinnarabáturin í hesi kappingini verið skjótari á mál á Eystanstevnu. Tað var í 2006, tá ið Riddarin vann í tíðini 4.54.20 ella nett 15 sekund skjótari enn Sølmundur.


1 Sølmundur 05:09.20
2 Hvessingur 05:12.22
3 Gongurólvur 05:18.20
4 Riddarin 05:18.22
5 Lómur 05:23.12
6 Jarnbardur 05:34.18

Støðan
1 Sølmundur 21
2 Hvessingur 18
3 Gongurólvur 14
4 Riddarin 13
5 Lómur 9
6 Jarnbardur 6