Birita Hansen,
bátsformaður á Sølmundi
????????????????????
Vit vóru fyrsti bátur úti á startinum, so vit fingu góða tíð at royna startin áðrenn róðurin. Tá dómarin skeyt, hingu vit fastar í krókinum, og sluppu ikki avstað, hóast rætt varð krøkt í. Lærkvinnurnar hugdu eftir, um alt fór rætt fram.
Vit reistu okkum upp og gjørdu beinan vegin vart við, at okkurt var galið hjá okkum, men dómarin skeyt ikki av. Vit trúðu ikki okkara egnu eygum. Aðrar manningar byrjaðu at spara seg, tí tær væntaðu, at dómarin skeyt av. Vit kendu okkum verða hildnar fyri tað turra spott, og vóru sera vónsviknar av at hava mist okkar 2. pláss í FM-kappingini.-
Tá vit eina ferð sluppu leysar av staðnum, róðu vit beina kós móti keiini. Ímóti kom tá dómarabáturin, og segði hann tá, at hann ikki hevði sæð okkum, men hetta var kolasvørt lygn, tí hann hugdi at okkum, tá hann sigldi framvið.
Vit gjørdu vart við, at tað var galið við startinum hjá okkum innan 7 sekund. Vit reistu okkum upp í bátinum. Veittraðu og róptu, at vit ikki sluppu avstað, og tí hevði dómarin góða tíð at skjóta róðurin av. Soleiðis kann dómarin ikki brúka hasa umberingina.
Ikki var betur, tá vit komu upp á land aftur. Har sótu aðrar hjartkiptar manningar og søgdu »Tað kann henda hjá okkum eisini«. Tá vit fóru yvir um mál linjuna flentu dómararnir í andlitið á okkum, og sýndu við hesum, hvussu lítla virðing og skil teir hava fyri gentu- og kvinnuróðrum. Hetta var avgjørt ikki støðan, um vit vóru mannfólk í átta- ella tíggjumannafari.
Vit eu sera vónsviknar av hendingini, og vilja vísa á, at hetta ikki skal henda aftur. Óansæð um man liggur á 2. ella aftasta plássi.
Tað kann ikki vera meiningin, at bátsmaningar skulu umhugsa at taka okkurt við á stevnu, sum kann brúkast at kvetta línuna av, men støður sum hesar vísa, at manningar longu hava umhugsað hetta. Hví skulu vit halda reglurnar, tá ið dómarar og onnur gera, sum tey vilja?
Um reglurnar siga, at dómarin ikki skal skjóta av, tá ið bátur hongur eftir, so má tað broytast framyvir.