Sálmarnir og Fjallaprædikan

Helgi Abrahamsen bjóðaði næstseinasta bólkinum, Tollarar og syndarar, á pallin, tá klokkan enn gekk móti eitt

Bárður á Lakjuni er oddamaður og forsangari í bólkinum. Hann er nokk mest kendur frá SALT, tað skuldi boða frá einari góðari rødd, og tað fingu øll, ið vóru í Keldusalinum í kvøld at hoyra.

Allir í bólkinum hava spælt heilt nógv. Hetta hoyrdist eisini aftur, tí teir spældu heilt væl.

Fyrsta lagið leiddi tankarnar í onkran møtisal, men tað gjørdu tey seinnu ikki, tí tá gjørdist alt eitt sindur meira alternativt og spennandi. Størsti vansin við tónleikinum eru vóru tekstirnir, sum kanska høvdu verið góðir til sunnudagsskúla ella møtir, men hetta var væl vigað upp við løgunum, sum onkuntíð vóru heilt fangandi og góð.

Eitt sum fekk T.O.S. at bróta frá hinum bólkunum, var at teir sungu bara á føroyskum. Tað er ein styrki, um ætlanin var at fáa ein boðskap út til fólkið í salinum. Til hetta hjálpti eisini at bólkurin á ongan hátt skammaðist av røddini hjá Bárði, sum altíð hoyrdist betur enn ljóðførini.

Oddamaðurin riggaði sum heild væl. Hann var fittur, sjarmerandi og ikki bangin av sær. Í útsjónd minti Bárður á Lakjuni eitt sindur um ein glaðan Petur Pólson, og tað er í hvussu so er ikki neiligt.

Á skránni hevði bólkurin eisini sangin »Gud er mín styrki og borg«, sum er kendur frá møtum kring landið. Fólkið tók sera væl ímóti variantinum hjá T.O.S. og satt at siga er fjøldin á Fjarðafestivalinum heilt víst tann, ið syngur vakrast av øllum festivalfjøldunum í Føroyum.

Bárður á Lakjuni skrivar tekstirnar í bólkinum, men fær heilt nógvan íblástur úr Sálmunum og Fjallaprædikuni í bíbliuni.