Søllerød Kro varðveitti Michelin stjørnuna

Søllerød Kro, sum føroyingurin Jan Restorff stjórnar, var í gjár ein av teimum matstovunum, sum varðveitti sína Michelin stjørnu.

Á tiltaki í Tróndheimi seinnapartin í gjár lutaði Michelin stjørnur út til norðurlendsku matstovurnar, ið skarða framúr. Stóra samtaluevnið her heima hevur verið, at Koks varðveitti  báðar stjørnurnar og fekk lagt grøna heiðurin fyri burðardygd aftrat avrikslistanum.

Men eisini Søllerød Kro varðveitti sín Michelin-status í gjár. Søllerød Kro fekk eina stjørnu, og hetta er sostatt 14. árið á rað, at Søllerød Kro kann kalla seg Michelin matstovu.

– Vit eru errin og glað fyri, at krógvin aftur í ár - og fyri 14. árið á rað - er við í Guide Michelin við einari stjørnu, skrivaði Jan Restorff á Facebook eftir Michelin útlutanina.

– Takk til øll teirra, sum eru við í gerandisdegnum, familju, eigarar, veitarar og so framvegis, sum gera hetta møguligt - og ikki minst trúføstu gestirnar, sum vitja krógvina ferð eftir ferð, skrivar Jan Restorff.