Sóljugarður

Leygardagin varð nýggi dagstovnurin í Sandavági alment latin upp. Móttøka var seinnapartin, og nógv fólk nýtti høvi at støkka inn á gólvið at síggja snotiliga bygningin

Sandavági:Sóljugarður eitur nýggi dagstovnurin hjá Sandavágs Kommunu. Hann varð alment tikin í brúk við móttøku seinnapartin leygardagin.
Tað blómar í Steigabønum. Alt uttan um okkum stendur í besta blóma, nú summarið er upp á tað hægsta, og tíðin er ljósast á árinum.
Tað er nógv fólk á gongd. Tey halda øll at sama máli. Teirri nýggjastu blómuni í bønum. Nýggja dagstovninum, sum í dag alment skal takast í nýtslu. Og ikki minst spennandi tykist hjá fólki at fáa at vita, hvussu stovnurin fer at eita.
Alt er gjørt til reiðar, og at vertirnir hava roknað við nógvum fólki, sæst beinanveg, ein kemur inn. Tað er Hotel Vágar, sum hevur staðið fyri borðreiðingini.
Fólk ganga kring í húsinum og hyggja seg um. Skilligt er, at húsið er gjørt til endamálið. Alt í einari hædd. Nógvar úthurðar og vindeygu, eins og ljósir litir eru brúktir allastaðni. Tað er lætt fyri andanum, hóast heilt nógv fólk er inni.
Arkitektarnir báðir á West Tech, Poul Arni Jacobsen og Jákup á Stongum, hava fingið væl burturúr, eru fólk samd um.
Bygningurin er bygdur upp um eina miðhøll við útloyparum í hvør sínum heraðshorni. Úthurðar eru bæði í teimum ymsu hornunum og í miðjuni, so lætt er at sleppa til og frá.
Rósa Samuelsen, borgarastjóri í Sandavági, fegnaðist í røðu síni um, at dagurin nú endiliga var komin, tá dagstovnurin alment kundi takast í nýtslu, og lykilin handast leiðaranum.
Hon greiddi frá gongdini í málinum, og nevndi tey, sum við høvdu verið frá byrjan.
Hon nevndi eisini tey, sum hava staðið fyri byggingini, og var talan burturav um fólk og virki í Vágum.
Síðan tók hon eitt sindur í sjálva byggingina og kostnaðin av stovninum, nú flutt verður inn.
Hóast bygningurin sjálvur verður tikin í nýtslu, er ikki alt liðugt uttanfyri, vísti borgarstjórin á.
Dagstovnurin liggur í sera barnavinarligum umhvørvi í Steigabønum niðan við Stórá, og ætlanin er at gera tað enn meira vinarligt við at planta trø rundan um í samstarvi við Skógrøkt Landsins, segði Rósa Samuelsen.
Stovnurin kostar, sum er, góðar seks milliónir krónur, segði borgarstjórin. Og tá liðugt er at gera uttanum, fer kostanðurin at liggja um hálvasjeyndu millión, segði hon.
Eftir at borgarstjórin hevði handað leiðaranum lykilin til dagstovnin, varð kunngjørt, hvussu stovnurin eitur.
Navnakapping hevur verið, og trý uppskot vóru við tí navninum, avgjørt varð at geva stovninum. Sóljugarður. Vinnararnir vóru allir úr Sandavági.