Fyri góðari viku síðani var greitt, at Sóljan hevur vunnið kappingina í aðru deild hjá kvinnum. Við sigringum hevur Vágoyggin aftur fingið lið við í fremstu hondbóltsrøðini, har oyggin ikki hevur havt umboðan seinnu árini.
Um vikuskiftið spældu teir so seinasta dystin, og eftir henda fingu tær handað heiðursmerkini.
Standandi frá vinstru: Kristianna, Jóna, Heidi Maria, Sólja, Heidi, Marjun, Andrea og Albert (venjari)
Húkandi frá vinstru: Ruth, Petra, Ann Mari, Sóley, Hertha, Hertha og Jóhanna