Sóljan vann

Dómsnevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur talað, og nú hevur Sóljan fingið eitt klípið at halda fast um í niðurflytingarstríðnum

Hondbóltstræta

Tað kann taka sína tíð at finna vinnaran av einum hondbóltsdysti. Í øllum førum, tá dysturin fyri tað mesta fer fram á skrivaraborðinum. Soleiðis hevur í øllum førum verið við dystinum í grundspælinum millum Sóljuna og StÍF.
Upprunaliga skuldi dysturin verða leiktur 25. november, men tá høllin ikki var tøk, varð dysturin fluttur til at verða mitt í viku. StÍF sá seg ikki ført fyri at fara avstað, til nýggju dystarásetingina, men eingi avboð vóru komin vestur í Vágoynna, har leikararnir á heimaliðnum saman við dómarunum gjørdu seg klárar til dystin.
Síðani hevur verið togast aftur og fram um, hvussu dysturin skuldi avgreiðast. Tríggjar ferðir setti kappingarnevndin dystin á skránna, men hvørja ferð noktaði Sóljan blankt fyri hesum. Tá kappingarnevndin at enda staðfesti, at dysturin skuldi spælast, gjørdi Sóljan av at kæra avgerðina til dómsnevndina, og nú er støða so tikin í málinum.

Mugui skera ígjøgnum
Á fundi um vikuskiftið gjørdi dómsnevndin hjá Hondbóltssambandinum av, at Sóljan skal vinna dystin. Øssur av Steinum, limur í dómsnevndini, sigur um úrskurðin, at hesin er grundaður á tær upplýsingar, sum partarnir í málinum hava latið.
- Eftir at hava móttikið frágreiðingarnar frá feløgunum, hava vit aftur havt málið til hoyringar, og síðani hava vit so skorið ígjøgnum í málinum, sigur Øssur, sum annars harmast um, at dómsnevndin skal nýtast til at taka avgerðir av slíkum slat, sum ongantíð skuldu verið komnar somikið langt.
Úrskurðurin hjá dómsnevndini hevur við sær, at Sóljan nú hevur fingið eitt klípi at halda fast í í stríðnum um niðurflyting. Undan avgerðini var munurin upp til Kyndil á næst niðasta sessinum tvey stig, men tá Kyndi lhevði ein væl betri málmun, sá at kalla svart út hjá Sóljuni.
Sigurin á StÍF í grundspælinum gevur nú eitt stig til endaspælið, og tí er munurin millum liðini nú skorin niður í eitt stig, og tí kann Sóljan bjarga sær við einum sigri á Kyndli. Tann dysturin verður leiktur fríggjadagin, og nú verður altso talan um ein sannan botngysara.