Hondbóltur ? kvinnur
Sóljan vann ein heldur óvæntaðan sigur á Kyndli í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn týskvøldið. Tað skal tó alt fyri eitt leggjast afturat, at hóast óvæntaður, so var sigurin hjá Sóljuni fult uppiborin.
Átta á rað
Tað var rættiliga tíðliga í dystinum greitt, at tað fór at alt annað enn lætt hjá Kyndli at gera nakað við mótstøðuna.
Gestirnir løgdu nevnliga sera bragdliga fyri. Í verjuni lótu tær ongan mótspælara koma fram við sær, og í álopinum lá væl fyri at koma til skot. Ikki minst hevði tað stóran týdning, at Kyndil at kalla bert hugsaði um stórskjúttan, Asta Petrauskiene, ímeðan tær fullkomuliga gloymdu, at í hondbólti eru tað vanliga seks spælarar, sum mynda eitt álop.
Áðrenn Kyndil fekk fyrsta málið, hevði Sóljan skorað heilar átta ferðir, og hetta setti so avgjørt sín dám á kyndils-spælið. Hóast liðið telir fleiri av stinnastu føroysku hondbóltsleikarunum ? ikki minst á bakplássunum ? so bar einki til. Sjálvsálitið var fullkomuliga burtur, og heldur enn at royna at hótta málið, var talan um rættiligan alibi-hondbólt. Leikararnir óttaðust at gera mistøk, og tordu tí ikki annað enn at flyta bóltin víðari, og tá so onkur hissini skotroynd kom, gav hetta sjáldan nakrar veruliga trupulleikar fyri mótstøðuna.
Hjá Sóljuni var støðan hin heilt øvugta. Fyrst og fremst tí at hugburðuri hjá leikarunum var so nógv øðrvísi. Heldur enn at líta alt upp í hendurnar á Astu (sum tó sjálvsagt var ein týðandi liður), so royndu allar sítt ítarsta til at spæla seg ígjøgnum verjuna, og ikki minst var tað ein sonn fragd at síggja tryggu skoringarnar hjá Herthu Simonsen, sum sjáldan gav Kyndils-málverjanum nakran sum helst møguleika.
Stríddu seg innaftur
Ikki fyrr enn 12 minuttir vóru leiktir, brast fyri nev hjá Kyndli, og í mangar mátar var tað júst hetta, sum skuldi til, fyri at nakað av sjálvsáliti kom aftur í spælið. Tæør ressaðust eitt sindur, nú tað brádliga bar ti at skora, og umframt at álopsspælið nú gjørdist meira skipað, so fingu tær eisini tak á verjuspælinum. Ikki minst takkað verið mansverju av litaviska stórskjúttanum hjá Sóljuni.
Tær fingu minkað munin niður í fimm mál undan steðginum, og í seinna hálvleiki settu tær av álvara ferð á. Ikki minst var Lotte Sørensen komin væl við, bæði vi at skjóta og at spæla upp, og tá 20 minuttir restaðu av dystinum, hevði Kyndil mest sum vunnið seg inn á gestirnar.
Týðandi málverji
Tey flestu mundu nú rokna við, at Kyndil skuldi fara at koppa øllum, men sum úrslitið sigur, so eydnaðist hetta ikki, og tað eydnaðist heldur ongan tíð Kyndli at leggja seg á odda.
Hóast tað heilt týðiligt kom fjáltur á Sóljuna, nú munurin brádliga var so lítil, so fullu tær tó ikki í fátt. Heldur fóru tær at stríðast enn meira, og hóast hetta kostaði bæði brotskøstog útvísingar, so breyt hetta góðu rútmuna hjá Kyndli. Og so hevði Sóljan eisini Kristinu Griksaite í málinum.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tók málverjin kanska ikki tað heilt nógva, men tá tað veruliga sansaði at, prógvaði hon kortini, at hon telist millum bestu málverjar í landinum. Hvørja ferð Kyndil hevði møguleika at leggja seg á odda, togaði hon ena týdningarmikla bjarging fram, og so kundi tað vera tað sama, um tær hjá Kyndli vóru púra leysar ella royndu seg frá sjey metrum. Kristina hevði sálarliga takið á mótstøðuni, og spakuliga smittaði hetta eisini viðleikarar hennara.
Sálarliga kostaði hetta eisini nógv hjá Kyndli, og at tær bert fingu tvey mál seinastu 10 minuttirnar sigur helst eisini tað mesta um, at leikararnir »ikki duga« at vinna. Tær megnaðu snøgt sagt ikki at taka møguleikan, tá hesin beyðst, og hetta er ein avgerandi fortreyt at vinna.
Sær betri út
Á stigatalvuni merkti sigurin, at Sóljan vann seg úr botninum, og umframt at støðan nú er betri, enn hon var um sama mundi í fjør, so er eisini annað, sum bendir á, at Sóljan í ár hevur betri møguleika at verða verandi í deildini, enn tær høvduum sama mundi í fjør.
Leikararnir tykjast bæði kropsliga og sálarliga at vera betri fyri. Liðandin tykist vera nógv betri enn í fjør, og ikki minst hevur tað týdning, at hóast útlendska arbeiðsmegin framhaldandi er sera týðandi partur av liðnum, so stendur og fellur alt ikki við hesari.
Dysturin í tølum
Kyndil-Sóljan 21-23 (6-11)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 8(3), Anniuka Ljósstein 7(2), Palma Petersen 2, Anja Johannesen 2, Linda Weihe 2
Sóljan: Hertha Simonsen 8, Asta Patrauskiene 6(2), Sólja Jóanisdóttir 3, Heidi Maria Akselsen 2, Marjun Johansen 2, Jóhanna í Horni 1, Fía Selma Nielsen 1
Brotskøst: Kyndil 6, Sóljan 2
Útvísingar: Kyndil 3, Sóljan 4
Dómarar úr StÍF: Pole Hansen & Jústines Justinussen. Megnaðu so nøkun lunda at halda gongd í einum til tíðir rótutum dysti, men framvegis saknar tú fylgidómar í ávísum førum.