Eftir dystin sunnudagin móti StÍF, sum Søljan tapti 23-31, hevur vágaliðið sent inn kæru til Hondbóltssambandið.
Eina Gudmundsen, formaður í Søljuni, váttar fyri Sosialinum, at felagið hevur sent kæru inn.
- Orsøkin er, at StÍF í dystinum nýtti tveir málverjar, men bert onnur av hesum stóð á dómaraseðlinum. Hetta hava vit so gjørt Hondbóltssambandið varugar við, og hvat víðari hendir í málinum, má so kappingarnevndin taka støðu til.
Sjálv leggur Eina afturat, at hetta sum so ikki er gjørt í neyð, soleiðis at Søljan kann fáa nøkur stig.
- Sjálvandi er talan um eina kæru, men eg vil ikki siga, at vit brúka hetta sum eina roynd at vinna dystin. Men reglurnar eru nú einaferð til fyri at halda, og so má HSF taka støðu til, hvat skal henda. Har stendur heldur ikki í lógini, at felag, sum hevur borið seg skeivt at, skal tapa dystin, men ístaðin stendur kann, so hvørja niðurstøðu teir koma til, fáa vit at síggja, sigur hon.
Søljan sendi kæruna inn seinasta sunnukvøld. Sambært kappingarreglunum hjá HSF skal kappingarnevndin taka støðu til slík mál innan eina viku, so væntandi fellur dómurin ein av allar fyrstu døgunum