Sóljan úr Vágunum tryggjaði sær seinasta kappingarár uppflyting til 1. deild hjá kvinnum í hondbólti, og tær hava ikki ætlanir um at fara beina leið niðuraftur í 2. deild. Nevndin í Sóljuni arbeiðir tí í løtuni við at fáa tveir litaviskar leikarar hendavegin. Enn er einki komið uppá pláss viðvíkjandi sáttmálum og tílíkum, men væntandi er, at leikararnir spæla við Sóljuni komandi kappingarár.
Samstarvið er komið í lag gjøgnum ein av teimum litavisku fótbóltsspælarunum, sum spæla við FS Vágum.
Eingin møguleiki uttan
Allan Nielsen sigur, at um Sóljan ikki skal fara beina leið niðuraftur í 2. deild, so er hetta eitt neyðugt stig at taka.
Talan er um ein 19 ára gamlan útispælara og ein 21 ára gamlan málverja, sum skulu styrkja um liðið hjá Sóljuni í ár. Tann eldra, sum er málverji, skal verða spælandi venjari, meðan hin bara skal spæla við á liðnum.
Tað sigst, málverjin hevur verið uppá tal til litaviska landsliðið, men enn hevur hon ikki leikt nakran landsdyst.
Nógvir útlendingar
Útlendskir leikarar hava veruliga gjørt innrás í føroyskan ítrótt í seinastu árini, og tað sær ikki út til, at innflutningurin av útlendskum ítróttarfólki fer at minka. Serliga eru tað fólk úr Eystureuropa, sum hava hug at koma hendavegin, og Sóljan gagnnýtur nú eisini henda møguleikan. Fleiri av hesum ítróttarfólkum hava eisini roynst sera væl í Føroyum.
Fótbólts- hondbólts og flogbóltsspælarar úr øðrum londum seta nú sín dám á føroysku kappingingarnar. Hetta kann verða óheppið fyri okkara yngru leikarar, sum verða settir afturum útlendingarnar og harvið ikki fáa møguleikan at royna seg á besta liðnum.jans at menna ein sunnan moral enn børn, har foreldur tala í boðshátti og dialogurin er einsrættaður.
Í síðsta enda er tað helst júst tað, rapp-tónleikurin snýr seg um. Røddir ongin hoyrdi, fyrr enn trummubeatið bankaði boðskapin inn í hvønn krók.
Eminem er mest seljandi rapp-tónleikarin í hesum døgum. Samstundis, sum hann selir fleiri milliónir fløgur, verður spældur non-stop á MTV og liggur ovarliga á 15 Teimum Bestu, so verður frá fleiri síðum eisini harðliga funnist at hansara tekstum, ið eitt nú leggja eftir samkyndum.