Sólja formaður í Fólkafloksungdómi

Fólkafloksungdomur hevði aðalfund friggjadagin, 30. november 2001. Aftan á aðalfundin var hugnakvøld.

Áðrenn sjálvan aðalfundin var orðaskifti um bustaðarviðurskiftini - serliga hjá ungdóminum - og um borgarligan politikk. Jan Christiansen, borgarstjori í Havn, greiddi fyrst frá, hvussu kommunan roynir at loysa trupulleikan og hvat Fólkaflokkurin i býráðnum ger í hesum málinum.

Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins á tingi, greiddi síðan m. a. frá um uppskot Folkafloksins um skattalætta á leiguinntøkum hja teimum, ið leiga part av egnum húsum út. Aftan á var nevndarval á skránni, og er nevndin nú mannað soleiðis:

Sólja Jóanisdottir, formaður
Torkil V. Rasmussen, skrivari
Tummas Pauli Djurholm, kassameistari

Teir báðir, Torkil og Tummas Pauli, eru afturvaldir, meðan Sólja Fríða er nývald. Triði nevndarlimur í gomlu nevndini, Hallur O. Gunnarsson, bar seg undan afturvali. Tiltakslimir í nýggju nevndini eru Turid Christophersen og Fróði Sørensen.

Seinasta punktið á skranni var kjak um virkisætlanina fyri komandi ár. Á fundinum vóru nógv góð uppskot til ymisk tiltøk, felagið eigur at fremja komandi ár, og fekk nývalda nevndin til uppgavu at gera eina endaliga virkisætlan at leggja fyri næsta fund í felagnum.

Á aðalfundinum var eisini nýggja heimasíðan hja Fólkafloksungdómi, huxa.fo, løgd fram. Á heimasíðuni kanst tú finna upplýsingar um Folkafloksungdóm, og hvat felagið tekst við. Tað ber til at tekna seg sum lim i felagnum á heimasi?uni. Eisini kunnu limirnir og onnur ahugað siga sína huxan um ymisk mál sum eru uppi í tíðini, m.a. sjálvstyrispolitikk, skattamal, ungdómsspurningar, bústaðarviðurskifti og privatisering, sigur Fólkafloksungdómur í tíðindaskrivi.