Sílini í Hoyvíkstjørn deyðanum nær

Fyri 13 døgum síðani tømdi Tórshavnar Býráð alt vatnið úr Hoyvíkstjørn við tí í hyggju at reinsa tjørnina fyri ruski, slýggi, algum og øðrum, ið veksur í tjørnini. Men í tjørnini livdu fitt av sílum og állum, sum vóru um at kvalast í móruni, tá einki vatn var eftir. Alt fyri eitt fóru fólk úr grannalagnum av sínum eintingum at bjarga sílunum úr móruni, so tey kundu sleppast niður aftur í tjørnina, tá vatn kemur í aftur. Men nú smáar tvær vikur eru farnar aftur um bak, røkist einki fyri, at vatn kemur í tjørnina við bræði.

Eilif Brimheim er undangongumaður fyri bjargingina av sílunum. Hann býr í grannalagnum og hevur frá barnsbeini av havt stóran ans fyri lívinum í Hoyvíkstjørn. Javnan hava hann og konan slept sílum og állum út í tjørnina:
 
- Eg hvakk við, tá eg hoyrdi, at proppurin var hálaður úr tjørnini. Eg frætti tað frá einum vinmanni og fór alt fyri eitt niðan at bjarga sílunum, sum vóru eftir. Tað var syndarligt at síggja, tí øll, ið dagliga nýta tjørnina, gleðast eins nógv um stóru sílini og állarnar sum um dunnurnar, sum liva har, sigur Eilif.
 
Bjarging í vatntøttum yvirklæðum
Eilif vassaði út í móruna í vatntøttum yvirklæðum eftir sílunum og megnaði at bjarga heili 25. Sílini eru nú heima í garðinum hjá Eilifi og konuni, og hava tey fingið sær ein stóran fiskakassa at hava sílini í. Hóast næstan tvær vikur eru farnar, eru sílini framvegis á lívi:
- Sílini høvdu uttan iva doyð, um eg ikki tók tey heim við mær alt fyri eitt. Eg royni at geva teimum maðkar, fisk og annað fyri at halda lív í teimum. Men hvønn dag fari eg niðan í tjørnina fyri at vita, um vatn er komið í aftur, so eg kann sleppa teimum út aftur, har tey hoyra heima. Sílini eru ikki til ampa fyri meg, tí eg havi nógv onnur djór at ansa eftir. Men sílini eru tó klænkað eitt sindur, sigur Eilif og vísir á, at eini 16 stórir állar framvegis liggja onkrastaðni í móruni:
 
- Men teimum eri eg ikki so bangin fyri  teir klára seg í móruni. Heldur eru tað sílini, eg eri so sera harmur um, sigur Eilif.
 
Vatn aftur í tjørnini um tvær vikur
Býráðið hevur leingi fingið áheitanir frá fólki, ið dagliga hava stóra gleði av tjørnini, um at rudda tjørnina. Tí hevur Tórshavnar Býráðið nú tikið stig til at tøma tjørnina og fríðka um øki:
 
- Vit hava tømt tjørnina, tí vit ætla at reinsa alt ruskið upp úr tjørnini og at fríðka um øki. Ætlanin er, at tað skal verða ein fragd hjá øllum at fara niðan og njóta vøkru tjørnina mitt í býnum. Vit vistu, at síl og állar vóru í tjørnini, men ikki at ein maður av sínum eintingum hevur bjarga teimum og tikið tey heim við sær, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
 
- Eg eri harmur um, at sílini eru komin so illa fyri, men eg ætli mær at syrgja fyri, at tey sleppa í aftur tjørnina sum skjótast, sigur Heðin Mortensen og skoytir uppí, at býráðið hevur longu tikið ymsar royndir av vatninum fyri at vita um eitt nú kloakk rennur í tjørnina:
 
- Somuleiðis fara vit at reinsa botnin og at koyra grús á, so tað verður tryggari hjá børnum at vitja tjørnina. Nú vit loksins eru farin í holt við at fríðka um tjørnina, vilja vit fegin gera tað gott. Um tvær vikur er vatn aftur í tjørnini, sigur Heðin Mortensen at enda.