Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar nær Føroyum og gevur støðugt og róligt veður.
Í dag verður fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað, men seinnapartin møguliga sólglottar. Hitin millum 5 og 10 stig.
Fríggjadagin, leygardagin, sunnudagin, mánadagin og týsdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Turt og sólglottar, men stundum meiri skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig, um náttina niður í 5 til 8 stig.