Sólin smílir til okkara veikastu

Sólin gevur lív og ljós. Sólin er sanniliga fyri okkum øll, men at hon í gjár smílti á okkara veikastu, býr eingin ivi í mínum hjarta um. Í gjár var Føroya Kulasti Rørsludagur á Vaglinum

Rørsla

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo

Myndir: Jens Kristian Vang


Í gjár skipaðu Javni og Ítróttasambandið fyri brekað fyri Føroya Kulasta Rørsludegi á Vaglinum í Havn. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Heilsumálum, setti dagin við passandi orðunum: At røra seg er ein spurningur um demokrati. Einasta treytin er, at tað skal vera stuttligt.

At tað var stuttligt, er eingin ivi um. Væl var møtt, og hvør sum kundi ganga ella krúpa, stóð á Vaglinum í gjár. Trøllapætur og Omman stóðu fyri undirhaldandi upphitingini, og tað var fyri fullum drøni.

Tá upphitingin var liðug, var farið undir at renna, ganga, rulla, krúpa, ella hvat ein nú hevði hug at gera, og var hetta av Vaglinum og oman til rundkoyringina á Havnargøtu og aftur.

At lýsa dagin og tiltakið við orðum, verður trupul uppgáva, og vit lata tí myndirnar tala fyri seg ...