Sólin skínur!

Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið
_____
Ein vinkona staðfesti herfyri á Facebook, at sólin skínur! Hon skrivaði hetta hvønn dag í fleiri dagar. Hetta hóast veðrið var so sum so við vátaslettingi og vindi. Onkrar stuttligar viðmerkingar vóru, ikki sørt av undran, men hon helt fast. Í dag skínur sólin!
Á arbeiðsplássinum hava tey gjørt av at hugsa og tosa positivt. Tað skal vera sól hvønn dag mentalt. Hetta er ein tilvitað avgerð fyri at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og eina positiva tilgongd til uppgávurnar. Og tað virkar. Sjálvsagt eru framvegis truplar uppgávur og ting, sum ikki eru akkurát, sum ynskiligt er. Men hetta tykist ikki eins møtimikið, tá fólk í felag eru sinnað at taka neyðugu tøkini.
Tað hevur stóran týdning, hvussu vit velja at síggja og umrøða ting. Hetta er ikki nýggj vitan. Vit vita væl, at negativ eins og positiv tala ávirkar. Videnskab.dk fortaldi herfyri um danska journalistin Cathrine Gyldensted, sum gjørdist so troytt av øllum negativu tíðindunum, ið hon var við til at bera, at hon umhugsaði at gevast við yrkinum. Í staðin fór hon undir eina víðari útbúgving. Í ritgerð síni um positiva sálarfrøði í tíðindaflutningi vísti hon, hvussu ein søga, skrivað í einum negativum tóna, kann styggja lesarar burtur. Skrivar tú somu søgu tilvitað við øðrum meira positivum málbrúki, eru fleiri, sum lesa søguna, og hon hevur munandi størri ávirkan. Boðskapurin kann vera nett tann sami, tað er frásøguhátturin, sum er øðrvísi. Cathrine Gyldenstad legði dent á, at journalistikkur sjálvsagt framhaldandi skal vera kritiskur. Hon segði, at “Jeg efterlyser ikke flere ’kat ned fra træ-historier’, men et mere nuanceret syn på artiklerne. Selvom en historie rummer en konflikt, behøver den ikke være negativ. Fokus skal ligge på løsninger frem for uenigheder”.
Øll vit, sum siga okkara hugsan alment, kunnu tilvitað úttrykkja okkum, so at tað er møguleiki fyri kjaki og samrøðu. Vit eru og vera ósamd um alt møguligt í samfelagnum, og hetta eiga vit at gera vart við. Tað er tónin og orðalagið, sum avger, hvørt vit lukkast at fáa eitt gott kjak í lag. Kalli eg onkran annan fyri býttan, korruptan ella óreinan, skal eg ikki rokna við at fáa eitt serliga uppbyggjandi svar, hóast tað meira enn so kann henda, at eg havi rætt í onkrum av tí, eg royni at siga.
Miðlarnir kunnu eisini gera sítt hvønn dag. Eg haldi, at tað hevði verið stuttligt, um onkur vildi roynt hetta tilvitað. Hugsa tær, um flestu brátíðindi á portal.fo í ein heilan mánað vóru positiv. Til dømis kundu hesar søgur verið tiknar fram: “Havstovan fingið stóra altjóða viðurkenning” (Havstovan fekk játtað góðar 4 mió kr. frá ES til gransking). Ella: “Serfrøðingur vissar um, at oljuprísurin fer at falla” (fyrilestrarhaldari á ráðstevnu segði, at kendu oljugoymslurnar aldrin áður hava verið størri og at prísurin verður hildin uppi av einum ógrundaðum ótta fyri oljumangli).
Tað er als ikki nóg mikið at staðfesta, at sólin skínur. Tað gevur ikki fleiri arbeiðspláss ella yvirskot á fíggjarlógini beinanvegin. Men tað hjálpir okkum hugsa meira konstruktivt og drepur ikki hugin, soleiðis sum negativar og niðurlátandi viðmerkingar gera.