Sólin sær alla vikuna

Eitt hátrýst, 1025 hPa, í ein útsynning úr Írlandi fer í ein landnyrðing. Seinni koma onnur hátrýst nær Føroyum og geva støðugt veður komandi vikuna, meðan luftin eisini gerst støðugt lýggjari.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um 8 stig. Í nátt eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 4 m/s. Rættiliga klárt og hitin millum 2 og 7 stig.

 

Í morgin

Eitt lot av ymsum ættum ella lágætt, undir 5 m/s. Turt og sólin sær og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt, men samdrigið og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og fyrrapartin rættiliga skýggjað, seinni onkrir sólglottar, men um kvøldið aftur skýggjað. Hitin millum 8 og 12 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og fyrst samdrigið, men sum frá líður sær sólin. Hitin millum 9 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig. Um náttina makar hann vindin í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 4 m/s. Turt og stundum klárt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Eitt lot av ymsum ættum, undir 4 m/s. Yvirhøvur turt og sólin sær. Hitin um dagin millum 9 og 13 stig, um náttina millum 3 og 8 stig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av eystri og suðri, 3 til 8 m/s. Turt og sólin sær. Hitin millum 9 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig. Um náttina millum 7 og 10 stig.