Í Grønlandi hendi eitt undarligt fyribrigdi um dagarnar, tá sólin sást koma undan í Ilulissat tveir dagar ov tíðliga. Hetta er tíðin, tá sólin eftir at hava verið burtur í hálvan annan mánaða aftur byrjar at síggjast í nøkrum grønlendskum bygdum.
Fyrst kemur hon undan aftur í teimum syðru bygdunum, og síðan kemur hon eisini undan aftur longri og longri norðuri. Í februar sæst sólin eisini aftur í teimum norðastu bygdunum í Grønlandi.
Tá sólin er burtur ein part av vetrinum, hava grønlendingar eisini traditiónir, sum eru knýttar at tíðini, tá sólin kemur undan aftur.
Hetta kenna vit eisini úr Føroyum, har sólin er burtur ein part av árinum. Í Leirvík hava tey sólarkaffi, tá sólin aftur sæst í bygdini.
Í Grønlandi hendi tað undarliga um dagarnar, at sólin kom undan heilar tveir dagar ov tíðliga í tí eini bygdini. Tað var í Ilulissat.
Bæði grønlendingar, sum búgva í økinum og veðurfrøðingar, undra seg yvir hetta, og hetta hevur aftur byrt undir kjakið um veðurlagsupphiting.
Tað er heimasíðan www.ing.dk (ingienøren), sum ber hesi tíðindi, 21. januar 2011.