Sólin onga ávirkan

Vísindamenn siga seg nú hava funnið enn fleiri ábendingar um, at broytingar í hitaviðurskiftunum á sólini ávirka ikki veðurlagið á Jørðini. Fleiri vísindafólk hava leingið hildið uppá, at teir sokallaðu sólvindarnir ávirka veðurlagið og fyrst og fremst hitan á Jørðini. Men vísindamenn á lærda háskúlanum í Lancaster siga nú, at tað finnast eingi tekin um, at sólvindarnir ávirkan hitan á Jørðini.