Danska veðurstovan DMI roknar við, at dagurin byrjar við nakað av regni, men seinnapartin kagar sólin fram.
Í dag verður 5-10 m/s av landsynningi. Fyrrapartin skýggjað veður og okkurt æl. Hitin verður um 13 stig. Seinnapartin verður 3-8 m/s av útsynningi, tað verður kláraði í veðrinum og nakað av sól. Hitin verður upp í 20 stig.
Ólavsøkuaftan verður 5-10 m/s av landsynningi, seinni av landnyðringi. Turt nógva staðni og nakað av sól. Hitin verður millum 15 og 20 stig, í støðum upp í 22 stig. Um náttina verður 12-15 stig.

Sólin kemur fram seinnapartin

