Tað verður upp í eitt andøvsgul í dag av vestri og útsynningi, 5-10 m/s.
Tað verður turt fyri tað mesta og sólin fer at síggja av og á.
Hitin fer at liggja millum 10 og 12 stig.
Seinni í kvøld minkar vindurin niður í 2-7 m/s og hitin fellur niður í eini átta stig.