Nú fáa havnafólk og klaksvíkingar enn betri møguleikar fyri at blíva væl dæmd, áðrenn leiðin gongur suðureftir í summar fyri at fáa brúnan lit um allan kroppin. Kirstin Langgaard hevur í vikuni latið upp Consul sól í Havn og í Klaksvík.
? Vit leggja stóran dent á, at ventilatiónina í okkara sólum, so at tað ikki verður so heitt at liggja undir sólini. Tí hava vit fingið nakrar sólir, ið alla tíðina blæsa luft í sólina, har man liggur, sigur Kirstin Langgaard, ið stendur fyri Consul sól í Føroyum.
Hon hevur keypt nýggjar sólir til endamálið, og hon sigur, at hetta eru sólir, har tað ikki er neyðugt at liggja so leingi undir fyri at fáa lit á húðina.
? Vit hava eitt annað slag av rørum, sum brúnka húðina skjótari, tí sólirnar eru stórar og sterkar. Tað er tí ikki neyðugt at brúka so langa tíð undir sólini, sigur Kirstin Langgaard.
Enn fleiri sólir
Nú eru tríggjar sólir settar upp í Havn og í Klaksvík, men ætlanin er at víðka enn meira um virksemi hjá Consul sól í Føroyum. Tað hevur við sær, at Kirstin eisini fer at lata upp við sólum aðrastaðni í Føroyum eisini.
Kirstin samstarvar við Consul helsesol í Danmark, sum hevur helvtina av marknaðinum innan solarium í Danmark.
Ætlanin er ikki, at kundar skulu bíleggja tíð áðrenn, tí hølini verða ómannað. Fólk leggja pening í automatina, so sólin fer so í gongd. Felagið Vaktarhald fer tó at hava eftirlit við hølunum.
Kirstin sigur, at rørini í sólunum geva eitt mildari ljós enn vanlig rør og eru betri fyri húðina, men brúnka húðina betri hóast tað.
Consul sól hevur høli í Niels Finsensgøtu í Havn, meðan tað liggur í handlinum Seytjan í Klaksvík.
Kirstin sigur, at tað er nærum ómøguligt at fáa høli í Havn, men tað eydnaðist teimum at leiga eini høli miðskeiðis í býnum.