Sólin fer at kaga fram í dag

Veðrið í dag, sunnudagin, sambært donsku veðurstovuni DMI.

Tað verður upp í 7 m/s av vestri í dag. Í støðum verður eitt sindur meira vindur.

 

Sólin sær, men tað verða eisini æl av og á.

 

Hitin fer at liggja millum 10 og 12 stig.

 

Vindurin minkar í kvøld niður í 2-5 m/s og snarar í ein landnyrðing. Tað slítur í og hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig.