Tað sigur nógv um góðu umstøðurnar og standin á landsliðnum, at sólin og hitin helst er størsta avbjóðingin í Marbella í suðurspania undan venjingarlandsdystinum móti Liktenstein.
Ferðalagið býr á Gran Hotel Benahavis í Marbella, ið er stutt frá Malaga, sum liggur í suðurspania. Landsliðið hevur í tveir dagar fyrireikað seg til landsdystin, har tað millu annað hava verið fýra venjingar á skránni – tvær um dagin.
Sjálvur venjingarvøllurin liggur á økinum hjá gistingarhúsinum, so tað er bara at ganga yvir um vegin til venjing. Somuleiði er grasundirlagið á vøllinum gott, og spælararnir lata væl at.
Einasta avbjóðingin á túrinum hevur verið sólin og hitin. Ikki tí tað er so bakandi heitt í mun til tað, sum vit hava upplivað fyrr, men tvær venjingar á hálvan annan tíma úti í sólini ger tó mun.
Allir spælararnir á túrinum venja við fullari ferð, meðan Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad hava hvílt eitt sindur, eftir at teir í hvør sínum lag hava verið í dysti. Sonni Ragnar Nattestad fyri U21 landsliðið, og Jóan Símun Edmundsson fyri eykaliðið hjá OB.
Landsliðið spælir móti Liktenstein mánadagin 28. mars. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.