Sólin enn vandamiklari í summar

- Ver serliga varin í sólini í summar, ljóðar ávaringin frá donsku veðurstovuni, DMI. Sambært veðurfrøðingum verður vandamikla UV-strálingin í summar munandi hægri enn vanligt
Tað eru serliga UV-strálurnar, sum kunnu geva húðkrabba

Grundað á samanberingar við mátingar seinastu tíggju árini, metir danska veðurstovan, at strálingin verður út við 10 % hægri í summar. Hetta er millum tað hægsta, veðurstovan hevur mált, verður sagt.
Viknað ozonlag
Óvanliga sterka strálingin er úrslit av tí viknaða ozonlagnum yvir norðara pólringinum. Petur Skeel, veðurfrøðingur, greiðir frá, at tað er sólin, sum skapar ozonlagið, so tað virkar sum eitt filtur, sum forðar teimum vandamiklu UV-strálunum at náa jørðina. Um summarið verður ozonlagið styrkt, sum tað skal, men av tí at lítil og ongin sól er norðanfyri pólringin vetrarhálvuna, viknar ozonlagið munandi. Um várið flytur veika ozonlagið seg so suðureftir og fær stóra ávirkan á UV-strálingina um okkara leiðir. Hartil kemur, at økta luftdálkingin ger stór hol í ozonlagið, so tað í støðum als ikki verjir móti vandamiklu strálunum.
Krabbameinsfeløg í Norðurlondum stúra nú av álvara fyri vantandi virðingini hjá fólki fyri vandamiklu UV-strálunum
- Fólk geva sær til dømis alt ov lítið far um, at UV-strálingin kann vera nógvar ferðir hægri um middagsleiðtið millum 12 og 15, enn restina av degnum. Tú kanst verða skáldaður eftir bert 10-15 minuttum í middagssólini, og tað eru júst sólskáldanir, sum eru ein av høvuðsorsøkunum til húðkrabba, ávarar Kræftens Bekæmpelse sambært Politiken.