Sílið svam seg til FM

5-mannafør dreingir: Tað eydnaðist ikki Jallinum at vinna skutin aftur, sum varð mistur tíðliga í róðrinum

Tað var Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann stóru finaluna millum 5-mannaførini við dreingjum.

Allir teir tríggir, sum vunnu heiðursmerki, vóru bátar úr høvuðsstaðnum. Sílið kappaðist við Jallin, Drekan og Royndina Fríðu úr Vági, sum tó misti fram ímóti málinum.

 

Tað vóru Sílið og Jallurin, sum fyrstu løtuna fóru stavn um stavn fram ímóti Molanum. Men so munaðu tøkini hjá manningini á Sílinum meiri. Sílið stakk seg skutin framum, og hann varðveitti leiðsluna, hóast Jallurin fór tíðliga undir endaspurtin og gjørdi góða roynd at bjóða av.

 

Hetta var fjórði sigurin á rað hjá Sílinum, sum nú er meistari.

 

1 Sílið 4.47.09

2 Jallurin 4.47.46

3 Royndin Fríða 4.50.27

4 Drekin

5 Firvaldur

6 Silja

7 Ørnin

8 Ingibjørg

9 Heykur

 

FM endaliga støðan

1 Sílið 43

2 Jallurin 41

3 Drekin 39

4 Royndin Fríða 31