5?mannafør dreingir
Um vit brúka fyrsta róðurin í Fuglafirði sum metingargrundarlag, so er tað mangt, sum bendir á, at nýggjar tíðir hava tikið seg upp í kappingini millum dreingjamanningarnar. Í fjør fingu teir í Runavík eitt nýtt 5?mannafar. Teir vunnu allar FM kappingarnar í fjør sera sannførandi, og kappingarnar í Klaksvík og á Tvøroyri fyrr í summar boðaðu frá, at soleiðis skuldi tað eisini ganga í ár. Men í Fuglafirði var tað heilt øðrvísi.
Klaksvíksdreingir umborð á Fípuni Føgru fingu besta startin. Teir vóru fremstir fyrra partin av túsund metra teininum, men so var tað, at Tjaldrið, sum saman við Frúnni hevði togast um næstfremsta plássið, fekk stavnin framum, og søgan tóktist fara at endurtaka seg. Men Fípan Fagra svaraði aftur eina ferð afturat, og tað lá í luftini, at hesir báðir bátarnir skuldu knúlvast um vinnaraplássið.
Í Havnar Róðrarfelag hava tey roknað við, at nýggja 5?mannafarið hjá teimum skuldi vera við í kappingini í ár, men bæði á norðoyarstevnu og jóansøku gekk tað ikki, sum teir høvdu ætlað.
? Vit vóru vónsviknir av okkum sjálvum, og tá vit fóru til Fuglafirðar, kendu vit ikki tað trýstið á okkum, sum vit kanska høvdu gjørt á hinum stevnunum.
Hetta sigur Jóannes á Fløtti. Hann er bátsformaður umborð á Sílinum, sum hevði ein so góðan endaspurt í Fuglafirði, at teir vóru góðan stavnin frammanfyri Tjaldrið, tá teir komu á mál.
? Hinir bátarnir hava í øllum trimum kappingunum, sum hava verið higartil, lopið avstað í startinum, og tað hevur verið tungt hjá okkum at vinna vánaliga startin innaftur. Í Fuglafirði høvdu vit eisini ein vánaligan start, men endaspurturin var sera góður.
Vart tú greiðir yvir, at tit høvdu vunnið?
? Eg savnaði meg bara um at seta so nógv á, um eg orkaði. Satt at siga roknaði eg við, at Tjaldrið var frammanfyri okkum, og vit vóru allir sera fegnir um, at tað hevði eydnast at vinna.
Betra startin
Allir dreingirnir umborð á Sílinum eru seytjan ára gamlir. Bátsformaðurin Jóannes á Fløtti situr á lærinum saman við Poul Hans Justinussen. Teir báðir róðu í fjør, og annar av rúmmonnunum, Bjarni Gregoriussen, hevur eisini róð. Saman við Bjarna í rúminum er Bárður Johannesen, og á toftini sita Gudmund Joensen, sum hevur verið róðursmaður við Kvívíkingi áður, og so Jógvan Joensen, sum ikki hevur róð nakað serligt kapp.
Nær fóru tit undir venjingarnar?
? Fleiri av okkum hava verið burturi til skips. Vit flotaðu bátin flaggdagin, og vit høvdu einki vant frammanundan, greiðir bátsformaðurin frá.
Tá manninginum á Sílinum kom aftur í neystið hjá HR fingu teir eina rósu í parrt frá einari av mammunum, og teir hava einki ímóti nú leygardagin aftur at smakka rákan av sigri.
? Tað verður sera spennandi í Hvalvík. Nú fara vit at hava Tjaldrið undir aðrari liðini og Fípuna Føgru undir hinari liðini. Tær báðar manningarnar hava róð væl, og vit mugu gera okkara besta, um vit aftur skulu vinna. Vit arbeiða við at betra um startin, sum higartil ikki hevur verið góður. Men eitt er, hvussu tað gongst undir venjing. Nakað heilt annað er, tá talan er um FM kapping, heldur bátsformaðurin á Sílinum.