Kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum hevur verið sera spennandi í ár, og fleiri bátar hava verið við í oddinum í teimum ymsu róðrunum, sum hava verið kring landið.
Nú er tó líkt til, at Sílið er við at fara frá hinum bátunum, tí aftur í dag megnaði Sílið at vinna á Fjarðastevnuni.
Sílið legði seg á odda alt fyri eitt, og tær bara øktu um munin niður til næstu bátarnar. Eitt skifti var Sílið hálvaaðru bátslongd framman fyri Fípuna Føgru á øðrum plássi, men í endaspurtinum tók Fípan rættiliga inn á Sílið, soleiðis at munurin bert gjørdist á leið ein bátslongd.
Kappingin um triðja plássi gjørdist hinvegin rættiliga hørð millum tríggjar bátar, men har eydnaðist Ørnini at koma inn sum nummar trý, Frúgvin nummar fýra og Ritan á fimta plássi.