Sílið snýtti favorittarnar

Hóast Jallurin endaði á triðja plássi á ólavsøku, so vinna tær í Knørrafelagnum FM

Kappingin milllum 5-mannaførini við kvinnum vendi heilt øðrvísi, enn tær undanfarnu hava gjørt fyrr í summar.

Higartil í summar hava Jallurin og Erla Kongsdóttir kappast um sigrarnar. Í dag blandaði Sílið hjá Havnar Róðrarfelag seg uppí, og tað var við maner.

Sílið svam beinanvegin avstað, og hinir bátarnir sóu ongantíð nakað aftur til Sílið, sum dróg alt meiri frá hinum bátunum og fór um málið meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri tveir teir næstu.

 

Starturin var einki at reypa av hjá Jallinum og heldur ikki hjá Erlu Kongsdóttir, sum eina løtu vóru aftanfyri bæði Drekan og Teistan.

So vann Jallurin seg fram á næstfremsta plássið, meðan tað leingi var torført hjá Erlu Kongsdóttir.

Framvið Molanum vóru tøkini hjá teimum á Erlu Kongsdóttir so sera dygg, og í síðstu tøkunum eydnaðist tað teimum úr Fuglafirði at taka Jallin og harvið at vinna seg fram á silvurplássið í ólavsøkukappingini.

 

Í FM kappingini var tó eingin ivi. Kvinnurnar í Róðrarfelagnum Knørri umborð á Jallinum tryggjaður sær FM heitið.

 

 

1.Sílið 5.19.04

2.Erla Kongsdóttir 5.24.12

3.Jallurin 5.24.17

4.Drekin

5.Teistin

6.Tekla

 

FM úrslitið

1.Jallurin 45

2.Erla Kongsdóttir 43

3.Drekin 34

4.Sílið 24

5.Teistin 22

6.Tekla 17