Sílið smekkaði til

Fípan Fagra endaði á triðja plássi, og harvið er spenningur aftur í FM kappingini

Sílið hjá Havnar Róðrarfelag hevur higartil í ár tapt kappingina um fremsta plássið í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Fípan Fagra úr Klaksvík hevði undan fjarðastevnuni vunnið allar fýra ferðirnar.

Í dag vendi alt øðrvísi. Sílið sprakk avstað, Sílið var alla tíðina fremst, fjarstøðan øktist leingi, og eina løtu var hon tvær bátslongdir. Tá ið Sílið fór um málið var tað meiri enn hálvonnur bátslongd aftur til næstu bátarnar.

 

Favorittarnir úr Klaksvík stóðu seg leingi heilt illa. Fípan Fagra hevði ilt við at finna rætta róðrarlagið. Eina løtu var Fípan á fimta plássi, meðan Teistin og Jallurin bjóðaði Royndini Fríðu av í kappingini um næstfremsta plássið.

 

Tá ið tað nærkaðist endaspurtinum loftaði Fípan Fagra sær. Teir úr Klaksvík tóku fleiri bátar, men tað var ikki hugsningur um at fáa fatur á Sílinum, og tað eydnaðist ikki at fáa Royndina Fríðu aftur.

 

At Sílið vann, og at Fípan Fagra endaði á triðja plássi ber við sær, at tað av álvara aftur er spenningur í FM kappingini. Tað eru nú tvey stig frá Fípuni Føgru og aftur til Sílið.

 

Pílur kom á mál sum fjórði bátur, men hann var kolldømdur fyri at stýra skeivu.

 

 

1 Sílið 04.55.33

2 Royndin Fríða 04.58.28

3 Fípan Fagra 04.59.22

4 Teistin 05.01.27

5 Jallur 05.01.39

6 Drekin 05.08.14

7 Frúgvin 05.09.15

8 Firildur 05.10.31

9 Havfrúgvin 05.12.22

10 Títlingur 05.12.34

 

FM støðan

1 Fípan Fagra 33

2 Sílið 31

3 Royndin Fríða 23

4 Teistin 19

5 Jallurin 14