Sílið sannførandi á Skálafjørðinum

Tað gekk, sum tað plagar at gera, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappast. Sílið hevur vunnið í trimum teimum fyrstu FM kappingunum, og aftur í dag var báturin hjá Havnar Róðrarfelag fremstur, og sigurin var sannførandi, tí munurin var ein lítil bátslongd.

Fyrri parturin av teininum var ógvuliga tættur. Frúgvin, Sílið og Katla fóru stavn um stavn út eftir fjørðinum, og Frúgvin og Katla vóru eins ofta í oddinum, sum tær á Sílinum vóru.

Men so var tað, at tær á Sílinum spentu í, og so var spurningurin um fremsta plássið bara, hvussu nógv fremst Sílið skuldi vera.

Frúgvin var næstfremst, meðan tað ikki eydnaðist Katlu at halda tørn um bronsuplássið. Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir høvdu sera góðan og trivaligan endaspurt, sum bar triðja plássið við sær.

 

5 mannafør kvinnur

1 Sílið 05:24.03

2 Frúgvin 05:26.01

3 Erla Kongsdóttir 05:28.06

4 Katla 05:29.12

5 Ritan 05:31.24

6 Báran 05:32.14

7 Blikur 05:42.22

8 Havfrúgvin 05:47.15

 

1 Sílið 28

2 Frúgvin 24

3 Erla Kongsdóttir 18

4 Katla 15

5 Ritan 11

6 Báran 11

7 Teistin 4

8 Blikur 1

9 Havfrúgvin 1

10 Falkur 0

11 Fípan Fagra 0