Sílið fyri triðju ferð á rað

Hóast oddabáturin í FM kappingini, Fípan Fagra, hevði munin á fyrra partinum av róðrarteininum, so taptu dreingirnir úr Klaksvík bæði fyri Sílinum og Bliki

Í FM kappingini er Fípan Fagra, sum vann tvær tær fyrstu kappingarnar ? í Klaksvík og á Skálafjørðinum ? fremst. Men gongdin í kappingini í Miðvági bendir á, at tað verður torført hjá klaksvíksdreingjum at halda tørn um oddasessin og harvið at vinna FM heitið.
Starturin hjá Fípuni bæði við dreingjum og gentum, hjá Páll Fanga við kvinnum og monnum og hjá Klaksvíkinginum kundu boðað frá, at teir í Klaksvík hava lagt nógva venjing í fyrstu metrarnar á róðrarteininum. Allar tær nevndu manningarnar vóru í Miðvági í oddinum dygst eftir, at startskotið var gingið av. Og hjá ongum teirra eydnaðist at halda tørn allan vegin.
Dreingirnir á Fípuni Føgru stungu seg beinanvegin framum hinar. Og tá Sílið, sum hevði verið so sera sannførandi tvær tær seinastu ferðirnar, í fyrstu starttøkunum datt eitt sindur afturum fremstu bátarnar , kundi tað sæð ikki so galið út hjá Fípuni Føgru.
Tjaldrið tóktist ætla sær meiri, enn tað hevur eydnast vinnarabátinum í 2000 og 2001 at megna fyrr í ár. Men tað var skjótt, at Sílið kom fyri seg, og tá ein fjórðingur av málinum var lagdur afturum, hevði Sílið hug at bjóða Fípuni av, og Blikur fylgdi við grannunum.
Tá málið var um at vera hálvrógvið lógu Fípan Fagra, Sílið og Blikur stavn um stavn. Tað var so mikið tætt, at hesir bátarnir vóru bara eina bátslongd undan Drekanum, Havfrúnni og Tjaldrinum, sum eisini lógu borð um borð.
Uppundir endaspurtin misti Fípan Fagra í mun til hinar báðar bátarnar, sum kappaðust um fremsta plássið. Sílið stakk seg framum, Blikur hevði hug til at fylgja við og bjóða av, men hóast munurin ongantíð gjørdist serliga stórur, so var tað í endaspurtinum ongantíð ivi um í hvørji røð fremstu bátarnir fóru at koma á mál.
Sílið vann triðja róðurin upp í slag. Hevði Sílið ikki spilt seg burtur og verið kolldømt á Skálafjørðinum, tí teir høvdu fingið tvey gul og harvið eitt reytt kort, so hevði Sílið longu nú verið rættuliga á FM kós.
Teir á Argjum, sum framvegis eiga fyrsta sigurin til góða í ár, Sílið og Fípan Fagra hava so at siga eins góðan møguleika at vinna FM heitið. Avgerðin fer at falla á ólavsøku, og tað fær illa verið meiri spennandi, enn tað er.