Sílið fyri triðju ferð

Tað eru bara vestmannadreingir, sum tykjast hava nakran møguleika at bjóða sannførandi manninginum á Sílinum av

5?MANNAFØR DREINGIR

Enn hevur eingin megnað tað, og tað er rættuliga ivasamt, um nakar fer at megna tað. Dreingirnir umborð á Sílinum hava higartil vunnið allar tríggjar FM kappingarnar, og teir hava verið rættuliga sannførandi. Tað vóru teir eisini leygardagin. Á málinum vóru teir meiri enn eina bátslongd frammanfyri kappingarneytarnar.
Higartil hevur eingin staðið Sílinum kurl. Um nakar skal gera tað, so bendir alt á, at tað verða vestmannadreingir umborð á Havfrúnni. Hesa ferð vóru teir saman við Bliki, Tjaldrinum og eisini Fípuni Føgru væl við á fyrstu metrunum. Men tað var skjótt, at Sílið var leyst av Havfrúnni, sum eftir startspurtin ongantíð varð hótt av nøkrum øðrum.
Kappingin gekk fyri seg í fleiri bólkum. At siga at eingin kapping var um fremsta plássið er kanska at taka í so rívan til. Men kappingin var ongantíð tøtt. Sílið var leyst av Havfrúnni, tá ið hálvt málið var rógvið, og munurin gjørdist ongantíð minni enn so.
Havfrúgvin var í sínum lagi ongantíð hótt av aftaru bátunum. Vestmannadreingir vóru í minsta lagið tvær bátslongdir og kanska meiri enn tað fyrri á mál enn Blikur og Tjaldrið, sum kappaðust nógv um triðja plássið. Fípan Fagra, Royndin Fríða og Junkarin vóru í tættari kapping um fimta plássið.
Í fjør vann Sílið FM,og alt bendir á, at dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag eisini fara at vinna hesa kappingina í ár. Tjaldrið vann FM í 2000 og í 2001. Róðrardreingirnir hjá NSÍ eru framvegis ímillum teir bestu, men teir tykjast ikki at hava møguleika at gera nakað sum helst við Sílið. Havfrúgvin vann FM í 1999. Um nakar skal gera nakað við Sílið í ár, so verður tað Havfrúgvin, men tað tykist rættuliga ivasamt, um nakar fer at megna at skala Sílinum.