5?MANNAFØR DREINGIR
Fjarstøðan frá Sílinum og aftur til næstu kappingarneytarnar var, sum tað eisini var talan um í fleiri av hinum kappingunum, ikki so stór, sum hon var í fyrstu FM kappingini. Men kortini var eingin ivi um, at teir umborð á Sílinum eiga bestu dreingjamanningina.
Hesa ferð vóru fleiri aðrir bátar væl við á fyrsta teininum. Tjaldrið, sum ofta plagar at standa seg væl í hesi kappingini, lá væl fyri, og tað gjørdi Fípan Fagra eisini. Sílið var ikki fremst beinanvegin, men tá ið startspurturin var gott og væl av, fekk Sílið skutin framum Havfrúnna, og harvið var tað. Tá ið teinurin var hálvrunnin, var Sílið tað mesta av einari bátslongd frammanfyri hinar bátarnar, og munurin minkaði ongantíð aftur. Heldur gekk tað hinvegin.
Kanska hevði Havfrúgvin hug til at bjóða av, tá ið teir fóru undir endaspurtin, men Sílið svaraði orduliga aftur.
Tað plagdi at vera soleiðis, at luttøkan var størst í kappingini millum dreingjabátar. Soleiðis hevur gongdin ikki verið tey seinastu árini, og heldur ikki í ár eru dreingjabátarnir so nógvir. Burtursæð frá tveimum teimum fremstu, sum tykjast skula avgera innanhýsis, hvør teirra skal vinna FM, so tykist kappingin vera stór um sekunderu plaseringarnar.
Sílið hevur vunnið báðar FM róðrarnar higartil. FM favorittarnir eru hesir: Jón Holm ? Poul Rói Mohr, Hanus Winthereig, Hallur Sørensen, Regin Gaard Fossaberg, Hans Arni Bjarnason, Sigtór Lützen
Tíðirnar
01Sílið05:01:07
02Havfrúgvin05:04:14
03Tjaldrið05:11:13
04Blikur05:11:14
05Royndin Fríða05:15:01
06Fípan Fagra05:15:21
07Kollur05:21:12
08Junkarin05:22:20
09Báran05:27:10