Sólglottar og vindur á G! MINI

Veðrið hevur verið øgiliga skiftandi, meðan G! MINI hevur verið. Í dag hevur veðrið aftur verið øgiliga skiftandi í Syðrugøtu, har G! MINI er. Til tíðir er stilt og lýtt, meðan mesta av tíðini er kalt og fitt av vindi

Eisini eru onkrir dropar komnir av himni og tað hevur til tíðir hug at regna nakað. Tó er turt í løtuni, onkrur sólglottar eru, og festivalgestirnir hava hug at leita sær útum aftur.

Fyri løtu síðani spældi Dánjal á Neystabø á Spæliplássinum, og nakað av fólki var til konsertina.

Enn er tíðliga á kvøldinum, og nógv gott er fyri framman. Tó er at vóna at veðrið nú heldur sær, soleiðs at hetta ikki kemur at tarna teimum nógvu tiltøkunum.