Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer spakuliga í ein landsynning og fyllist. Um vikuskiftið fara nøkur minni lágtrýst á veg í ein eystaan, framvið beint sunnan fyri Føroyar, og síðani kemur ein veikur hátrýstsryggur sama veg. Fyrst í næsti viku nærkast ein hitabrúgv Føroyum av vestri.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin
Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 m/s, í løtum gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Tollaksmessudag hækkar hann í ein landnyrðing og seinni snarar hann í ein vestan. Nakað av ælum, men onkrir sólglottar av og á. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Jólaaftan
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Jóladag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað og eitt skifti regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.