Sólglottar í dag

Veðrið í dag sambært veðurstovuni DMI.

 

Tað verður upp í ein strúk av vestri, 8-13 m/s, sum snarar í ein útsynning og minkar niður í 3-8 m/s í kvøld.

 

Tað verður samdrigið og turt fyri tað mesta, kanska fer sólin at síggja eisini.

 

Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.