Sólgerð Djurhuus, fyristøðukvinna á Ellisheiminum í Havn: - Stórur gravgangur eftir plássum

- 180 fólk bíða eftir at sleppa inn á Ellisheimið, og tey, ið hava bíðað longst, eru skrivað upp í 1990

Turið Kjølbro

Ellisheimið í V.U. Hammershaimbsgøtu í Havn hevur pláss fyri 25 búfólkum, og á Umlættingarheiminum eru 8 pláss. Men hetta nøktar langt frá stóra tørvin. Til Ellisheimið standa 180 fólk og bíða, og tey, ið hava bíðað longst, eru skrivað upp í 1990.

- Nøkur skriva seg upp í góðari tíð og tí er ikki vist, at tey, ið hava staðið longst uppskrivað, hava brúk fyri einum plássi nú. Tá ið eitt pláss er tøkt, tekur upptøkunevndin øll fólkini á bíðilistanum ígjøgnum. Hugt verður at, nær tey eru skrivað upp og hvønn tørv tey hava. Serlig fyrilit verða tikin, sigur Sólgerð Djurhuus, fyristøðukvinna á Ellisheiminum.

- Stórur gravgangur er eftir plássum í løtuni, og vit merkja, at tað er ógvuliga tungt hjá fólki, ið hava gomul fólk heima. Vit verða ringd upp javnan av avvarðandi, ið ikki vita síni livandi ráð. Tá ið eitt av búfólkunum fellur frá, kimar telefonin beinanvegin.


Verri fyri

Tá ið fólk koma inn á Ellisheimið skulu tey ikki vera røktarsjúklingar, men eina ferð verða tey flestu røktarsjúklingar, tí tey liva teirra síðstu dagar á Ellisheiminum.

- Tey, sum koma inn, verða vánaligari og vánaligari, men hava fólk tørv fyri sjúkrarøkt, tá ið tey koma inn, er meiningin, at tey skulu á Lágargarð.

Tað yngsta búfólkið á Ellisheiminum er 78 ár, tað elsta er 96 ár. Tey flestu eru í 80-unum.


Umlætting

Skulu eldri fólk á Umlættingarheimið í summar er tíð at skriva seg upp nú. Tá er størsta trýstið.

- Tey, ið eru um eldri fólk, royna at skipa so fyri, at tey koma á Umlættingarheimið, tá ið høgtíðir eru, tá ið flettingin er fyri og til serlig høvi annars. Vit royna at laga tað soleiðis til, at øll sleppa inn og ert tú í góðari tíð vísir tað seg ikki at verða nakar trupulleiki. Tey fáa seks vikur um árið í part. Eru serlig viðurskifti kunnu tey verða longri, men tá tekur Almannastovan 100 krónur av um dagin av pensjónini. Annars kostar tað einki at vera á Umlættingarheiminum, sigur Sólgerð Djurhuus.

Tórshavnar býráð eigur og rekur Ellisheimið og Umlættingarheimið, og hetta eru einastu stovnar av sínum slag í Føroyum, ið eru kommunalir.


Myndatekstur: - Vit verða ringd upp javnan av avvarðandi, ið ikki vita síni livandi ráð. Tá ið eitt av búfólkunum fellur frá, kimar telefonin beinanvegin, sigur Sólgerð Djuhuus, fyristøðukvinna á Ellisheiminum í Havn: Mynd: Álvur Haraldsen.